Strandferðsluni tekur eina nýggja skipan í brúk, sum nógv halda, er eitt afturstig, mne summi halda, er eitt framstig
Tað eru 45 ár síðani, at amerikanarar sendu fólk á mánan. So má tað eisini bera til at skipa søluna av ferðaseðlum soleiðis, at tað ikki verður eitt stórt afturstig fyri ferðafólki. Tað heldur Henrik Old, tingmaður.
Tað varð mett at verða eitt stórt framstig fyri ferðafólk, tá ið Strandferðslan settu skipanina í verk, har ferðafólk bara skulu keypa ferðaseðil annan vegin.
Men nú fer Strandferðslan at seta eina nýggja ferðaseðlaskipan í verk, har tað aftur verður neyðugt at keypa ferðaseðlar báðar vegir.
Og tað eru fleiri tinglimir ógvuliga misnøgdir við. Bæði Henrik Old og tingmenninir úr Sandoy, nokta at trúgva, at tað ikki skal bera til at varðveita skipanina við tvívegis ferðaseðlum í hesum tøkniligu framkomnu tíðum.
Strandferðslan er í teirri støðu, at ferðaseðlaskipanin er so gomul, at tað fáast ikki eykalutir til hana og tí má Strandferðslan útvega eina nýggja skipan.
Hon er sett í verk á ymsum leiðum og verður, sum frálíður, sett í verk á fleiri leiðum.
Men eitt lýti við hesi skipanini er, at nú mugu ferðafólk aftur til tað gamla at keypa ferðaseðil báðar vegir.
Og tað illneitast Henrik Old so illa á, at hann reist málið í Løgtinginum, har hann hevur spurt Johan Dahl, hvat hann heldur um hetta.
Hann spyr eisini Johan Dahl um hann er greiður yvir, at ferðafólk fara at góðtaka eitt so stórt afturstig.
Tingmenninir úr Sandoy siga, at hendan nýggja skipanin er sett í verk umborð á Teistanum og teir eru samdir um, at hetta er eitt heilt stórt afturstig.
Johan Dahl ásannar, at tað er eitt afturstig, at ferðafólk nú skulu keypa ferðaseðlar báðar vegir og hann er sinnaður at kanna um tað ber til at varðveita skipanina, sum hon er. Men hann kann einki lova.
Tó heldur hann, at nýggja skipanin fer at krevja eina tilvengartíð hjá ferðafólki og at hon hevur eisini nógvar fyrimunir við sær.
Eitt nú ber til at hava heilt neyv tøl fyri, hvussu nógv fólk er umborð á einum skipi. Hjá fólki, sum ferðast úr einum enda á landinum í annan, fer at bera til at keypa ein samanhangandi ferðaseðil, sum er galdandi á allari ferðini, bæði við skipum og bussum, heilt úr Sumba til Viðareiðis.
Og sum frálíður er eisini ætlanin, at tað skal bera til at keypa ferðaseðil á internetinum, sigur Johan Dahl.
|