KLUMMAN
Kappingarreglurnar hjá teimum vaksnu í flogbólti fevna um tilsamans 24 greinir og viðgera alt tað, sum undir vanligum umstøðum kann henda í sambandi við kapping og einstakar dystir. Tí er sera umráðandi, at feløgini til fulnar kunna seg um tað, sum stendur á pappírinum, so sleppast skal undan mistøkum og gáloysni, ið kostar.
Kortini slepst ikki undan, at feløgini onkuntíð traðka við síðuna av, og tá kann tað kosta. Sum nú um vikuskiftið, tá Mjølnir fekk útidystin ímóti ÍF fluttan frá sunnudegi til fríggjakvøld, men bara ikki hevði givið sær far um, at Flogbóltssambandið bæði skuldi hava eina fráboðan um flytingina – og góðkenna hana!
Fráboðanina fekk Flogbóltssambandið ongantíð, so tí var flytingin slett ikki viðgjørd á rætta stað og ei heldur góðkend. Revsingin kom longu leygarkvøldið, tá Flogbóltssambandið boðaði frá, at hvørki liðið fekk nakað stig fyri dystin, ið er kolldømdur, men at bæði skulu rinda 1.600 krónur í bót í part.
Flogbóltssambandið hevði neyvan heldur góðkent eina fráboðan um at flyta henda dystin, tí hóast tað stendur í kappingarreglunum, at »starvsnevndin í FBF kann gera undantøk frá hesi reglu«, verða slík undantøk bert givin í heilt serligum førum. At onkur spælari skal til jólaborðhald, verður neyvan roknað sum eitt heilt serligt føri…
Sum skilst, fara hvørki ÍF ella Mjølnir víðari við málinum, men tað fáa vit so at síggja. Í øllum førum er tað gott, at Flogbóltssambandið – sum tað eisini hevur gjørt fyrr – ger skjótt av og sker út í papp, at kappingarreglurnar ikki bara eru til til stuttleikar, men skulu takast í fullum álvara. Hendir hetta aftur, er revsingin uppaftur harðari, tí tá verða liðini koyrd úr kappingini, so helst fer hetta mál at gera sítt til, at øll feløg nú væl og virðiliga seta seg inn í reglurnar, hava tey ikki gjørt tað áðrenn.
Í fyrsta umfari sær málið ikki út til at kosta Mjølnir so nógv á stigatalvuni. Hóast klaksvíkingar vunnu dystin og skuldu fingið tvey stig, høvdu hesi bæði beinanvegin farið niður í helvt, tí nú er kappingin hjá monnunum hálvrunnin. Men hendir tað, at tvey av hinum mansliðunum í síðsta enda yvirhála Mjølnir, verður mista stigið ikki bara eitt mist stig, men eitt veruligt afturstig, ið kostar meira enn bótina!