Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar í kvøld partí av dadlum, eftir at trettan fólk í Danmark hava fingið staðfest Hepatitis A, ið kann føra til livrabruna. Felags fyri tey smittaðu er, at tey hava etið sama merkið av dadlum, og tí afturkallar Heilsufrøðiliga Starvsstovan tey partí, ið møguliga innihalda dadlur, ið kunna smitta fólk.
Les eisini: Óvist um dadlurnar eru seldar í Føroyum
Talan er um dadlur av slagnum Juicy Dates og verða Lot nummarini L3130424; L3130425; L3130426; L3130427, L3130428; L3130507; L3130508; L3130509, L3130510; L3130511; L3130517; L3130519, L6130603: L6130615; L7130512 og L7130515 afturkallað.
Hepatitis A smittar vanliga gjøgnum mat og vatn, sum er dálkað av menniskjaskarni. Vanligu sjúkueyðkennini eru at húðin og tað hvíta í eygunum gerst gult, landið gerst myrkari og skarnið ljósari. Annars fáa fólk fepur, vaml, magapínu og leyst lív.
Óvist er, nær dadlurnar eru keyptar. Sjúklingarnir eru blivnir sjúkir frá miðjum desember mánaði, men tað kann taka upp í fýra vikur, frá ein er smittaður, til sjúkueyðkennini gera um seg.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, ið hava keypt vøruna, um antin at lata hana inn aftur har hon varð keypt ella beina fyri henni.