Leygarkvøldið 21. februar skipar Svimjifelagið Reki fyri einum stórum afturlítandi dansitiltaki í Bygdarhúsinum í Leirvík, har átta ymiskir bólkar og solistar luttaka.
Byrjað verður kl 23 við teimum báðum fløguaktuellu Høgna Lisberg og Søren Søgaard.
Síðan spæla leirvíksbólkarnir Kallar, Satisfaction og Que Vadis frá 60?- og 70?-unum, meðan Varðar umboða ?80-ini. Velvet er yngsti bólkur, hann spældi í 90?-unum.
Eisini luttekur Essa Jacobsen.
Fólk kunnu teknað seg til tiltakið við telduposti til reki@post.olivant.fo
Eisini ber til at ringja ella senda SMS til 57 51 32 ella 25 23 49