Afturhvarv á bilafyritøku

Í sambandi við at 65 ár eru liðin síðan Sigird av Reyni í 1947 stovnaði fyritøkuna, sum í dag er Reyni Service, verður skipað fyri afturhvarvi leygarkvøldið 14. apríl.

Sigird av Reyni hevði bæði bilverkstað og el-installatørvirki í Rættará, har fyritøkan helt til fyrstu árini. Hóast Sigird alla tíðina hevði umboðið og søluna av bilum um hendi, høvdu aðrir verkstaðin undir hond, fyrst Frits Jensen og seinni Sverri Djurhuus. Afturhvarvið er fyri øll tey sum síðan 1947 fram til í dag hava starvast í fyritøkuni, eisini tey sum arbeiddu hjá Frits Jensen og Sverra Djurhuus í Rættará. Á skránni verður nógv ymiskt sum t.d. myndir, filmbrot, talur, sangir og ein góð máltíð. Sum skilst er áhugin stórur fyri hesum tiltakinum, og framvegis er møguleiki at tekna seg til hjá Marian Juul Pedersen hjá Reyni Service, ið samskipar tiltakið sum byrjar kl. 19. Á myndini eru Sverri Djurhuus og Frits Jensen til arbeiðis á verkstaðnum í Rættará.