Leygarkvøldið 16. februar verður eitt gylt høvi at fara aftur í tíðina, tá H71 skipar fyri tiltakinum 80-ini umaftur í Hoyvíkshøllini við livandi tónleiki og plátuvendarum.
Í sambandi við hetta heilt serliga kvøldið, har 80-ini eru í hásæti, hevur H71 fingið bæði góðar og royndar kreftir at standa fyri tónleikaliga undirhaldinum, so vissa fæst fyri, at talan verður um eitt so ekta og livandi 80-ara tiltak sum gjørligt.
Eitt nú kann dansibólkurin Showmenn upplivast aftur, og tað verður enntá við upprunaligu manningini, ið er Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og James Olsen. Lítið man vera at ivast í, at teir til fulnar meistra 80-ara tónleikin, eins væl og allan annan góðan dansitónleik.
Umframt teir fýra, fara tveir av teimum allarbestu plátuvendarunum frá tíðarskeiðinum, Finn Jensen og Niels Jensen, at diska upp við øllum teimum gomlu sangunum og slagarunum frá 80-unum.
Fyri at endurskapa veruligan 80-ara dám, verður nógv gjørt burtur úr at pynta og fríðka um í tí rætta stílinum, og fólk kunnu røra seg á dansigólvinum ella sita við borð og hugna sær, tá Hoyvíkshøllin hetta kvøldið í útsjónd verður flutt aftur í tíðina. Eisini ber til at keypa sær okkurt gott til góman í barrini, sum verður gjørd til høvið.
Hóast kvøldið er ætlað at vekja góð minni hjá teimum mongu, sum vóru ung í 80-unum og upplivdu lívið og tónleikin tá, er talan um eitt tiltak, sum er fyri øll, men tó við 18 ára aldursmarki.
Tey, sum leita sær í Hoyvíkshøllina hetta kvøldið, eru samstundis við til at stuðla ungdóminum í Hoyvík, tí endamálið er at savna saman pengar til ungdómsliðini hjá H71, sum í summar fara til Göteborg í Svøríki at vera við í stóru hondbóltskappingini, Partille Cup.










