Afturgongd hjá Mærsk

Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði 50 milliardir krónur í avlopi fyri skatt í 2011, og tað var sjey prosent minni enn árið fyri. Aftan á skatt var avlopið 18 milliardir krónur, sum var 36 prosent minni enn í 2010.

Tann stóra afturgongdin kemst serliga av bingjuflutninginum, sum varð meint raktur av lágum flutningsinntøkum millum Asia og Evropa. Bingjudeildin hjá Mærsk hevði í fjør 2,8 milliardir krónur í halli ímóti 14 milliardum krónum í avlopi í 2010.

Leiðslan í A.P. Møller-Mærsk sigur, at úrslitið í ár verður verri enn í fjør. Felagið hevur meiri enn 110.000 starvsfólk og er virkið í 130 londum.