Í desember vóru 24.019 løntakarar. Hetta eru gott 650 færri enn í desember 2009 og svarar minkingin til 2,6%. Í byggivinnu og aðrari tilvirking vóru 257 færri fólk og svarar tað til eina afturgognd uppá 7,7%. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu vóru 275 færri og tað er ein minking uppá 6,3%.
Í privatu og almennu tænastuvinnunum var afturgongdin millum 0,5 og 1%.
Brádlig afturgongd í fiski- og aðrari ráevnisvinnu Í nærum alt 2010 vóru fleiri løntakarar í fiski- og aðrari ráevnisvinnu í mun til 2009. Í oktober 2010 vóru 7% fleiri løntakarar í mun til oktober 2009, men í desember var hetta vent til eina afturgongd uppá góð 6%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.