Afturelding vann stórsigur í føroyingauppgerðini

Valur vann eisini í kvøld

Tey trý føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru øll í leiki í kvøld, har tað í tí eina førinum var talan um eina føroyingauppgerð.

 

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveina Olafssyni, Afturelding fór á heimavølli illa við liðnum hjá Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan.

 

Afturelding vann stórsigur 40-21. Longu í steðginum vóru 12 mál á muni. 22-10 var hálvleiksstøðan.

 

Hallur var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Afturelding. Jóhannes var noteraður fyri eitt mál hjá útiliðnum.

 

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vunnu á heimavølli 37-32 (19-15) á steypavinnarunum, Fram.

 

Allan skoraði trý mál og Bjarni skoraði tvey mál.

 

Øll trý føroyingaliðini eru millum átta tey fremstu liðini í deildini.

 

Støðan (mbl.is):

 

##med2##