Aftur virksemi við markið

Arbeitt verður nú við at leggja boripallin Transocean Rather til rættis, so hann kann fara undir at bora -Nú sæst á kortinum, at okkurt er við at henda einir 73 fjórðingar úr Trongisvágsfirði, skrivar Suðuroyarportalurin.

Har eru menn í ferð við at leggja boripallin Transocean Rather til rættis, so arbeiði at bora Williams-brunnin kann byrja.

Transocean Rather er bygdur í Korea í 1987. Hann er rættiliga framkomin og serliga bygdur til ringt farvatn. Hann kann bora 7.620 metrar og kann arbeiða á upp til 1.372 metra dýpi.

Tað krevur gott veður, tá pallurin skal ankrast, og teir eru eitt sindur afturút, men væntandi verður borað fyrst í komandi viku, skrivar Suðuroyarportalurin.