Tað eru nú fleiri ár síðan, at føroyingar góvust at fiska villan laks á opnum havi. Fiskimenn á Bornholm, sum nú aftur sleppa at fiska laks við línu, hava havt góða veiði. At veiða laks við línu er aftur vorðin ein populerur háttur hjá fiskimonnum á Bornholm at tjena pening upp á. Teir egna við brislingi og sum skilst, hava teir havt góða veiði.
Nýggjar reglur, sum komu í gildi í fjør, gera tað nevniliga møguligt hjá fiskimonnum aftur at selja villan laks.
Eftir at ES ikki hevur viljað keypt laksin, tí hann er fongdur við ov stórum nøgdum av dioxini, hava fiskimenninir eftir nýggju reglunum fingið loyvi til at selja til lond, sum ikki eru limir í ES.
Bara í býnum Hasle royna seks fiskimenn við laksalínu, og teir siga, at nógvur fiskur er at fáa.
Teir halda ikki, at avgerðin hjá ES at minka kvotuna av villum laksi við 15% næsta ár er røtt, nú so nógvur laksur er at fáa.
Tað var eisini tann tíð, tá føroysk skip við føroyskum fiskimonnum fingu væl burtur úr við at veiða villan laks við línu.
Henda veiða helt tó uppat, tá íslendski ríkmaðurin, Orri Vigfusson, byrjaði at keypa alla ta føroysku laksakvotuna - ár um ár.
Sum skilst, tjena jarðeigarar í eitt nú Íslandi og Kanada nógvan pening við at selja veiðirættindi í áunum, og hildið varð, at føroyska veiðan kundi ganga út yvir laksin, sum er grundarlagið undir hesum partinum av ferðavinnuni.
Tað var soleiðis ikki bara Orri Vigfusson sjálvur, sum rindaði fyri keyp av føroysku laksakvotuni, men ferðavinnuáhugamál í nøkrum av londunum vestanfyri.
Hvussu leingi føroysk reiðaríir fingu ágóðan av hesi sølu, og hvussu viðurskiftini hanga saman í dag, kundi verið áhugavert at kannað.










