Skulu vit sleppa undan umfatandi sparingum, skal nógv ganga upp í eina hægri eind, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum Nú er aftur vandi fyri, at Landssjúkrahúsið noyðist undir umfatandi sparingar næsta ár.
Tað er niðurstøðan hjá Allan Skaalum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, nú Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um játtanarkarmin fyri næsta ár.
Eftir uppskotinum skal játtanin til landssjúkrahúsið bara hækka 1,5 millión næsta ár, men tann upphæddin er markað til heilivág.
Annars sæst í uppskotinum, at talan verður ikki um at hækka aðrar útreiðslur til Landsjúkrahúsið og sostatt verða heldur ongar framskrivingar gjørdar til møguligar lønarhækkingar ella aðrar rakstrarútrreiðslur.
Allan Skalum sigur, at tað kann verða tórført at meta um støðuna. Men hann staðfestir, at fær landssjúkrahúsið bara 1,5 millión afturat til útreiðslur til heilivág, fer tað ikki at strekkja til, tí á hesum øki veksa útreiðslurnar nógv.
Tað ber tó ikki til at siga, hvussu nógv fer at mangla í.
Kortini leggur hann dent á, at sjúklingar á Landssjúkrahúsinum fara framvegis at fáa tann heilivág, sum støðið í norðurlendsku heilsuverkunum leggur upp til og tí kann ikki verða talan um at halda uppat at geva sjúklingum tann besta heilivágin.
Hinvegin staðfestir hann, at skal roknistykkið hjá samgonguni halda, krevst, at ongar lønarhækkingar verða, tá ið sáttmálasamráðingar verða í heyst.
Hinvegin leggur hann afturat, at gongst sum tað plagar í samráðingunum, skal Landssjúkrahúsið vænta sær eina økta lønarútreiðslu upp á 9-12 milliónir um árið.
- Og verður tað støðan aftur í ár, koma vit í stórar trupulleikar, tí so skulu umfatandi sparingar setast í verk, sigur hann.
Allan Skaalum sigur, at skulu vit sleppa undan umfatandi sparingum, er tí neyðugt, at ongar lønarhækkingar verða.
Annars sigur hann, at sum tað nú sær út, er lagt upp til, at bíðilistarnir næsta ár fara at longjast enn meir.
Tað verður sama støða við bíðilistunum til serviðger uttanlands.