Aftur vandi fyri seinkingum í flogferðsluni

Flogferðslan í Europa kann aftur verða rakt av seinkingum og avlýsingum teir komandi dagarnar. Orsøkin er tørvandi evni at av-ísa flogførini.

Longu nú er greitt, at ein fyritøka í Sveis, ið framleiðir evni til avísing, fer at steðga framleiðsluni í komandi viku, vegna vantandi rávøru.

Í minsta lagi 100 flogvallir í Evropa brúka kemisku evnini frá hesi sveisisku fyritøkuni, og í gjár kom fram at hugsandi er, at vantandi rávøran kann fáa fylgjur fyri flogferðsluna.

Sveisiska fyritøkan, Clariant hevur arbeitt í døgndrift fyri at framleiða evnið, tí eftirspurningurin hevur verið so stórur úr øllum Evropa.

Flogvallamyndugleikarnir í Paris boðaðu jólaaftan frá, at teir fóru at skera niður í talinum av fráferðum, tí tað var so trupult at fáa evnini til avísingina til vega.

Nú er líkt til, at hetta nýggja árið kann byrja við seinkingum í flogferðsluni.