Aftur vandi fyri leka í Meksikoflógvanum

Kanningar hjá BP hava staðfest, at kolbrinta er í sjónum nærhendis staðnum, har felagið júst hevur tett oljubrunnin, sum hevur likið í næstan tríggjar mánaðir. Vanliga er kolbrinta í ráolju, og staðfestingin kann tí vera eitt tekin um, at brunnurin lekur onkra aðrastaðni.

Amerikonsku myndugleikarnir hava nú biðið bretska oljufelagið um eina frágreiðing um støðuna. Samstundis krevja myndugleikarnir, at BP skal leggja eina ætlan fyri, hvat skal gerast, um tað vísir seg, at brunnurin framvegis lekur, men eina aðrastaðni.

Mátingar hava víst, at trýstið í brunninum er vaksið, síðani tann upprunaligi lekin bleiv tettur í síðstu viku. Spurningurin er so, um tað økta trýstið hevur elvt til ein annan leka, skrivar AP.