Áhaldandi turkur, lítil og eingin grøði og høgur matvøruprísur hava fingið ST at ávara um, at vandi er fyri hungursneyð í fleiri londum í Vesturafrika tær næstu vikurnar. ST sigur, at støðan er serliga ring í Niger, Tjad, Mali og í Mauretania, og heimsfelagsskapurin hevur biðið altjóða samfelagið um hjálp, sigur CNN.
Erika Jørgensen, ið samskipar ta norðurlendsku matvøruhjálpina hjá ST, sigur við danska kringvarpið, at umleið 10 milliónir fólk fara at líða hungur, fáa tey ikki hjálp. Hon sigur, at tað stendur serliga illa til í Niger, og at har eru tað serliga smá børn, sum eru í vanda, tí tey eru illa fyri frammanundan.
Erika Jørgensen ber ótta fyri, at støðan í Niger kann blíva ring sum í hungursneyðini í 2005, tá fleiri túsund børn og vaksin har doyðu.