Aftur tvey ímóti síðstu løtuna

Ímóti georgisku vertunum var gongdin tann sama, sum hon var ímóti Belgia, og hóast teir taptu 2?0, so heldur venjarin ikki, at hann kann vera annað enn nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum

U?19LANDSLIÐIÐ

Fyri døgurða í gjár kom U?19 landsliðið í fótbólti aftur í Vágar. Sunnukvøldið vóru teir aftur í Keypmannahavn, har teir á gistingarhúsi í Kastrup so søtliga høvdu uppiborið at hvíla seg og njóta skandinaviska støðið í gistingarhúsum, eftir at teir í eina viku høvdu verið í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi.
Síðsti dysturin í EM undankappingini var leygardagin ímóti Georgia. 2500 áskoðarar vóru á stadion, men nógv fleiri fylgdu við, tí dysturin varð sendur beinleiðis í sjónvarpi.
Í fyrsta dystinum ímóti Ukreina taptu Føroyar 6?0. Í næsta dystinum taptu Føroyar 2?0 ímóti Belgia, og hetta var eisini úrslitið í síðsta dystinum.
? Sum ímóti Belgia so kann eg ikki vera annað enn nøgdur við avrikið, sum okkara lið sýndi ímóti Georgia. Í 1. hálvleiki var munurin millum liðini lítil og eingin. Vit hildu tætt í verjuni, og vit høvdu bóltin eins nógv og mótstøðumenninir. Men vit mugu ásanna, at vit høvdu trupulleikar at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Vit høvdu fimm ella seks hornaspørk, men vit fingu einki burturúr teimum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Eftir steðgin var heimaliðið omaná. Teir høvdu bóltin meiri, teir spældu seg til møguleikar, og síðsta fjórðingin av tíðini fingu teir tvey mál.
? Tað fyrra fingu teir eftir uppspæl og innlegg úr vinstru. Maðurin, sum við høvdinum sendi í málið, var leysur mitt fyri. Seinna málið var eftir umleið somu uppskrift, men tað var meiri óheppið. Okkara royndu at sparka burtur, teir raktu í bakið á einum viðspælara, og so fór bólturin í boga upp um málverjan. Málini fingu teir í 68. og í 82. minutti, sigur Jógvan Martin Olsen.
Tá vit spyrja venjaran, um hann heldur, at onkrir føroyskir spælarar hava staðið seg heilt væl í Georgia, so heldur hann, at tað væl hevur sást, at onkrir av ungu monnunum hava verið nógv í 1. deild og harvið eru royndir í at spæla skjótt og at vera undir trýsti. Í tí sambandinum nevnir hann eitt nú liðformannin:
? Jann Ingi Petersen hevur longu í tvey ár spælt heilt nógv á besta liðnum hjá B68, og hann hevur verið sera góður og støðugur í hesi kappingini.
Samlaða avrikið í teimum trimum dystunum var 0?10. Men tað var bara í fyrsta dystinum, at Føroyar vóru fyri stórtapi. Tá vann Ukreina 6?0, og søguna aftanfyri tað úrslitið nevndu vit tvær ferðir í síðstu viku.
Dysturin ímóti Georgia leygardagin var tann síðsti almenni fótbóltsdysturin yvirhøvur hjá føroyingum í fótbóltsárinum 2002.


Føroyska liðið var soleiðis mannað ímóti Georgia: Gunnar Nielsen, Frem ? Marni Djurhuus, EB/Streymur, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Jústinus R. Hansen, NSÍ ? Hanus Thorleifsson, Skála (Bergur Midjord, B36, 75.), Símun Samuelsen, VB, Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Magnus Skoralíð, GÍ (Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, 55.) ? Bjarni Jørgensen, HB (Hanus Eliasen, ÍF, 67.), Rókur Jespersen, Brøndby IF