Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin er komin til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 722 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 169.645 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 505 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 500 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna