Undirtøkan var góð, tá Cippo í Havn fyri viku síðani fór undir fyrstu sonevndu Sports-night.
Talan er um tiltak, har luttakararnir kappast í trimum sonevndum Bar-sports kappingum. Kappingarnar, sum eru á Cippo, eru borðfótbóltur, airhockey og pool.
Umframt vinningar fyri hvørt kvøldið, verður talan eisini um ein stóran vinning til tann heilt stóra vinnaran. Talan verður tá um eina fótbóltsferð til Champions League finaluna, sum verður spæld í mai mánaði komandi ár.