Dupultfløgan VINALÖG hevur fingið framúr góða móttøku bæði í Føroyum og Íslandi, og komandi dagarnar vitja Jógvan Hansen og Friðrik Ómar fløguhandlar í Havn, Runavík og Klaksvík, har teir fara at framføra burtur úr fløguni og signera.
“Vit eru sera glaðir fyri móttøkuna, VINALÖG hava fingið bæði í Føroyum og Íslandi”, siga teir báðir Jógvan Hansen og Friðrik Ómar um dupultfløguna. Hon er seld í so stórum tali, at hon nærkast teimum 5.000 eintøkunum, sum skulu til fyri at verða heiðrað við gullfløgu í Íslandi.
“Tað vit vita, er hetta fyrstu ferð, at slíkt samstarv millum lond er roynt. Tí vóru vit spentir at vita, hvussu hetta fór at vera móttikið, at umseta tíggju føroyskar sangir til íslendskt og tíggju íslendskar sangir til føroyskt. Men allastaðni har vit eru komnir, hava fólk verið fegin um fløguna”, siga Jógvan og Friðrik, ið hava havt fleiri konsertir í Reykjavík og kring Ísland við VINALÖGUM. Teir hava eisini signerað fløgur í íslendskum fløguhandlum og tað sama koma teir nú til Føroya at gera.
Fullsett var í Norðurlandahúsinum, tá Jógvan og Friðrik høvdu konsert 24. oktober. “Tað var spennandi fyri okkum báðar”, sigur Jógvan. “Friðrik hevði ikki verið í Føroyum fyrr, og hóast eg havi spælt í Norðurlandahúsinum fleiri ferðir áður, so eru tað nøkur ár síðani, og hesaferð lá meira á mær. Men alt eydnaðist væl, og tað eri eg fegin um”, sigur Jógvan.
Góða móttøkan í Føroyum hevur fingið teir at koma aftur hendanvegin. “Vit fingu høvið at hitta fólk aftaná útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum, men fingu ikki stundir at vitja føroyskar fløguhandlar tá, og tað vilja vit fegnir, eins og vit hava gjørt í Íslandi”, sigur Jógvan.
Friðrik og Jógvan fara at vitja fløguhandlar í Havn týsdagin, í Runavík og Klaksvík mikudagin og aftur í Havn hósdagin. Seinnapartin hósdagin vitja teir eisini íslendska aðalkonsulátið í Gongini í Havn, har teir heilsa uppá íslendingar og føroyingar, ið koma á gátt, syngja okkurt vinalagið og signera fløgur.
Týsdagin 15. desember
Tórshavn kl. 16:00 TUTL í miðbýnum
Tórshavn kl. 17:00 SMS - Expert
Tórshavn kl. 19:00 SMS - Expert
Mikudag 16. desember
Runavík kl. 15:00 Elding í Runavík
Klaksvík kl. 16:30 Leikalund
Hósdag 17. desember
Tórshavn kl. 15:30 Íslendska aðalkonsulátið
Tórshavn kl. 16:30 TUTLhandilin í miðbýnum
Tórshavn kl. 19:00 SMS - Expert









