Fótbóltur
Hann hevur verið flúgvandi í ár. Hóast útgangsstøðið er á veinginum, so hevur Cristiano Ronaldo higar til í ár funnið veg til meskarnar ikki færri enn 38 ferðir.
Og tað var nóg mikið til at halda Fernando Torres, Steven Gerrard, Cesc Fabregas, Emmanuel Adebayor og David James aftan fyri seg í atkvøðugreiðsluni.
Talan er um triðja árið á rað, at Ronaldo verður heiðraður av spælarunum í Premier League. Í 2007 varð hann kosin besti ungi spælari, og heiðurin sum ársins spælari fekk hann altso bæði í ár og í fjør.
Manchester United er í løtuni í ferð við at fyrireika seg til seinnu hálvfinaluna móti Barcelona, sum verður spæld í morgin, og tí fekk hann ikki verið til hátíðarløtuna. Men umvegis stórskíggja tók hann móti stóra steypinum, sum hann segði seg vera sera errin av.
- Tá tú arbeiðir hart alt kappingarárið fyri at spæla væl og gera nakað gott fyri liðið, og tú við ársenda fært slíkan heiður, fært tú illa verið annað enn nøgdur. Og ein slíkur heiður ber við sær, at tú bara leggur enn meira fyri í framtíðin, segði Ronaldo.
Ronaldo kom til Manchester United sum heimsins dýrasti teenager í 2003. Og hann heldur, at hann hevur betrað seg nógv síðani skiftið, sum kostaði Manchester United £ 12,24 milliónir. Umframt heiðurin sum ársins spælari í Onglandi í fjør, varð hann tá eisini kosin triði besti spælarin í heiminum.
Heiðurin, sum besti ungi spælarin fór í ár til Cesc Fabregas. Hann vann atkvøðugreiðsluna framman fyri júst Ronaldo.