Afturút í javnstøðu

32 ár eftir at Bretland sum fyrsta landið her á leið­um fekk sín kvinnuliga for­sæt­is­ráð­harra – ella »ráðfrúu«, hó­ast tað orðið ikki reiðiliga er kom­ið inn í málið enn.

Næsta landið var Noreg, og á hes­um øki smæðast vit í Før­oy­um als ikki burtur, tí vit fingu okkara kvinnuliga stjórn­ar­leið­ara í 1993, tá Mar­ita Pet­er­sen varð vald til løgmann.

Næsta landið í røðini varð Finn­land í 2003, Týskland í 2005 og Ísland í 2009.

Ein­astu norðurlond, sum ikki hava havt kvinnuligan stjórn­ar­leið­ara eru Svøríki og Grøn­land.

Men kanska vit fáa eitt nýtt orð fyri for­sæt­is­ráð­harr­an?