Aftur svimjing á ovastevnu í ár

Sekstanda árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy

 

Lagt verður frálandi yiri við Strond leygardagin tann 17 august kl 13.15.

 

Svimjingin er fyr motiónssvimjarar, havsvimjarar og svimjiáhugað annars.

 

Í ár eru aftur tveir teinar at svimja.

 

1. Tann vanligi, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd.

 

2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

 

Øll møtast hjá radioamatørunum klokkan 12.00.

 

Klokkan 13,15 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradamm, niðanfyri hjá radioamatørunum. Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000 metrar úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina klokkan 14.15.

 

Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiuni í Nolsoy. Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin. Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær. Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær upp á land.

 

Tú skalt fáa til vega:

 

1. Froskmanna- ella triatlonbúna.

2. Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.

3. Báturin skal hava VHF.

4. Hampuliga venjing.

 

Tilmelding hjá Erlendi Simonsen 500604