Annað árið á rað verður summarhugni í Oyndarfirði, sum ítróttafelagið í bygdini skipar fyri. Leygardagin 11. august verður tiltakið Summarhugni í Oyndarfirði. Tiltakið var fyrstu ferð í fjør, og var tað nevndin í OYÍF, sum tók stig til tiltakið.
Hugskotið er at hava eitt gott tiltak fyri bygdarfólkið og fólk, sum hava tilknýti til bygdina. Men onmnur eru eisini vælkomin, og í fjør vóru eisini nógv fólk og vitjaðu sum einki tilknýti høvdu til bygdina.
Summathugnin er bæði fyri børn og vaksin. Á skránni hendan dagin verður millum annað undirhald til børnini við Trølla-Pætur, Trølla-ommuni og nýggju Trølla-ommusystrini. Eisini verður møguleiki at grilla sær okkurt átiligt, góður felagssangur, hugleiðing við Freydis Poulsen og dansur við Brim.