Aftur stormur og kavi seinnapartin

Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi fer í ein eystan og eitt tilhoyrandi brúgvalag við kava og nógvum vindi fer fram við Føroyum seinnapartin í dag og í kvøld. Í morgin streymar køld luft inn yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri og hevur kava og vátasletting við sær. Síðani koma brúgvaløg við regni leygardagin og mánadagin. Sunnudagin fer ein hátrýstsryggur fram við Føroyum av vestri og gevur støðugari veður eitt skifti, men mánadagin og týsdagin kemur aftur eitt brúgvalag spakuliga inn yvir okkum av vestri.

 

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og okkurt kava- ella heglingsæl. Hitin um frostmarkið. Seinnapartin øtlar hann sum frá líður vindin í hvassan vind upp í storm av norðri og útnyrðingi, 15 til 23 m/s, framvegis við hørðum hvirlum. Fyri tað mesta skýggjað og kavi og jarðrok. Í nátt makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og tað slítur sum frá líður í. Hitin millum frostmarkið og 2 kuldastig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað, fyrst við vátaslettingi ella kava, seinni regn, í støðum vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um náttina klárar í og hitin fellur niður í frostmarkið.

 

Sunnudagin

Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum um kvøldið øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur tut. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, seinni snarar hann í ein útnyrðing og makar vindin niður í lot til andøvsgul, undir 6 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s eitt skifti møguliga upp í stívt andøvsgul av útsynningi, 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.