Aftur stormskaðar í nátt

Vit upplivdu ikki somu vindmegi sum tollaksmessudag ella 1. jóladag, men tað hevur verið nógvur vindur aftur í nátt. Sambært vindmátaranum hjá Landsverk, so er tað er eisini nógvur vindur enn ymsa staðni í landinum.

 

Løgreglan hevur eisini fingið nakrar skaðafráboðanir inn í nátt.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eitt 8 metrar høgt træ er dottið niður í Lervík og endaði á vegnum. Eitt úthús í Kollafirði, ið var tryggjað í fyrru ódnini, hevði rivið seg leyst og onkrar takplátur vórðu farnar av.

 

Nakrir metrar av hegni vórðu eisini tiknir í vindinum og endaði á landsvegnum við innkoyringina til Lamba.

 

Brúgvin um Sandá á Argjum hevur nú eisini kent sínar fyrstu ódnir og partur av girðingini er loysnað í vindinum.

 

Vakthavandi sigur, at skaðarnir nú verða afturgjørdir ella burturbeindir.