Aftur stongt á Sandvíkarhjalla

Ruskmóttøkan á Sandvíkarhjalla er aftur stongd. Orsøkin er, at tey hava fingið so nógv rusk niðan á Brennistøðin, at móttøkan er full, og ovnurin klárar ikki at brenna undan.

 

Fyri sløkum fýra vikum síðani kom eldur í brennistøðina, sum gjørdi stóran skaða á kranan, sum flytir ruskið úr stóra køstinum framman fyri brenniovnin. Kranin fekk so mikið stóran skaða, at støðin var stongd í tríggjar vikur.

 

Mánadagin og í gjár var opið aftur, men tá kom so nógv rusk niðan, at støðin klárar ikki at brenna undan. Tí mugu havnarfólk aftur brynja seg við toli.

 

Eftir ætlan er Endurnýtslan opin aftur fríggjadagin 31. mars kl.10.