Viðhaldsfólk hjá ÍF og SÍ fáa høvið at sms´a kvøður inn til steypavinnarnar hjá ávíkavist kvinnum og monnum. Vertirnir fara at spæla nógvan Champions-tónleik, umframt Sørvágs og Fuglafjarðasangir. Ringt verður til venjarar, leikarar, gamlar leikarar og borgarstjórar. Hetta verður mánamorgun millum kl. 9 og 11.