Í royndini at finna ymiskt, sum Birna Brjánsdóttur kann hava havt uppi á sær ella verið í, hava í dag út við 100 bjargingarfólk leitað á leiðini við Selvogsvita, har líkið av hini 20 ára gomul varð funnið 22. januar í ár – ella átta dagar eftir, at hon bleiv burtur.
- Vit leita rættiliga væl í hesum øki í vónini um at finna okkurt, sum hevur við Birnu Brjánsdóttur at gera, sigur Ásgeir Þór Ásgeirsson, sum samskipar leitingina, við visir.is í dag.
Spurdur, um leitað verður eftir telefonini hjá gentuni, er svarið ja. Hann leggur aftrat, at leitað verður eftir øllum møguligum sporum, sum kunnu finnast, og telefonin hjá Birnu Brjánsdóttur er eitt, sum leitað verður eftir.
Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá løgregluni í málinum, sigur, at ábendingar eru komnir frá borgara um vikuskiftið, at kanska skuldi meira verið leitað kring økið við Selvogsvita. Hetta er ein orsøkin til, at stór leiting í dag hevur verið um hesar leiðir.
Ásgeir Þór Ásgeirsson sigur, at økið, sum leitað hevur verið í, fevnir um einar tveir kilometrar fram við fjøruni, eins og frá brúnni við Hlíðarvatni og oman til sjóvarmálan.
Spurdur, um leitað eisini fer at verða á sjónum, sigur samskiparin av leitingini, at ætlanin er at leita á vatninum og í sjónum. Síðan leitingin eftir Birnu Brjánsdóttur byrjaði, hevur verið leitað eftir telefonini hjá henni.
Seinast, staðfest er, at telefonin hevur havt samband við nakra telefonmastur, var klokkan umleið 5.50 leygarmorgunin, 14. januar, tá telefonin hjá henni hevði samband við mastrina, Flatahraun á Hafnarfjørðinum.
Tað skrivar visir.is í dag, sum eisini eigur viðheftu mynd.










