Aftur spor eftir rottu í Nólsoy

Boð vóru á fyrsta sinni eftir nýggja rottuhundinum í Nólsoy mikudagin, tá nólsoyingar fingu at vita, at ein illgrunaverd hola var uppdagað úti á Borðuni

Nólsoyingar eru ógvuliga ræddir fyri, at rottan skal koma í oynna, og einar tvær til tríggjar ferðir hevur verið farvegur eftir rottu ella tí, ið líkist tí, í oynni.
Og nú er aftur rópt varskó.
Tað vóru vitapassararnir á Borðuni, sum í práti við Jens Kjeld Jensen nevndu eina illgrunasama holu úti á Borðuni beint niðan fyri neystið, sum Statens Fyrfartsvæsen í gomlum døgum brúkti.
Holan er lutfalsliga nýggj, og er komin einaferð í summar.
So kjótt Jens Kjeld hoyrdi hetta, setti hann seg í samband við Mikkjal Holm, sum fyri stuttari tíð síðani hevur fingið fyrsta rottuhundin í Føroyum, og hann fór beinanvegin suður á Borðuna við hundinum at kanna málið.
- Holið, talan er um, er millum 37 og 40 millimetrat til víddar. Hundurin snoddaði við holið og fór síðani at grava í tí. Eg tók so ein haka, sum stóð í neystinum og víðkaði holið, sigur Mikkjal Holm.
Hann kom tá niður á steinseting, sum gekk allan vegin frá neystinum og oman á Stallin, sum lendingin eitur.
- Talan er um einar hundrað metrar av holu, har ein rotta kann búleikastg á, sigur Mikkjal Holm.
Nú ber ikki til hjá einum leikmani við vissu at siga, at talan er um rottuholu, men Mikkjal Holm tók fleiri myndir, sum nú eru sendar til ein serfrøðing, sum rottuhundaansarin hevur samband við uttanlands.

Ræðuligar avleiðingar
Jens Kjeld Jensen er ein av fremstu fuglafrøðingum í landinum, og hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði við at kanna fuglasløg og flogkykt í Føroyum. Tað er millum annað honum fyri at takka, at tað í dag er staðfest, at heimsins størsta drunnhvítakoloni er í Nólsoy.
Og hann er ikki í iva um hvat hendir, um rotta fær fótafesti í Nólsoy.
- So gongur ikki long tíð, fyrr enn drunnhvítiin er útdeyður í Nólsoy. Lundin doyr kanska út av sær sjálvum, men ger hann ikki tað, skal rottan nokk syrgja fyri tí, sigur Jens Kjeld Jensen.
Hann sigur, at eftir myndunum at døma er helst talan um rottureiður.
- Tað er í hvussu er greitt, at tað hvørki er talan um haru, kettu ella mús, og eg skal ikki svørja upp á, at talan er um rottureiður, men víddin á holinum bendir á, at hetta er sannlíkt, sigur Jens Kjeld Jensen.
Og fær rottan fótafesti í Nólsoy, fær tað ræðuligar avleiðingar fyri oynna.
- Hendir tað, er fuglalívið í oynni burtur soleiðis, sum vit kenna tað, staðfestir Jens Kjeld Jensen.

Ringar umstøður
Tórshavnar kommuna gjørdi annars nógv burtur úr í fjør, tá illgruni var um, at rotta var komin í oynna. Tað var eftir, at Jens Kjeld Jensen hevði sær spor í kavanum sum bendu á, at rotta hevði gingið har.
Tá heitti kommunan á heilsølur, Strandferðsluna og onnur viðkomandi um at halda eitt serliga vakið eyga við tí, ið sent varð til Nólsoyar, so rotta ikki kundi vera í tí. Hetta var gjørt serliga vent at teirri staðfesting, at heimsins størsta drunnhvítakoloni finst í Nólsoy.
Men hóast útveganina av fyrsta rottuhundinum í Føroyum, eru umstøðurnar ógvuliga ørkymlandi rundan um hundin.
Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur keypt hundin, og ætlanin var, at hundurin skuldi vera eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu. Men hóast Mikkjal Holm hevur játtað at tikið sær av hundinum og at venja hann, er stór ógreiða um alt málið.
Tað fylgja nevniliga eingir pengar við til venjing av hundinum, og tí má Mikkjal Holm gera hetta í frítíðini.
- Tað líkist ongum, at pengar ikki eru settir av til eitt so stórt álvarsmál. Nú mugu vit prísa okkum lukkulig fyri, at Mikkjal tímir at taka sær av hundinum og venja hann av sínum eintingum í frítíðini, men meiningin var jú, at partur av venjingini skuldi vera, at fólk í Havn kundu heita á Mikkjal um at koma á staðið, um tey høvdu illgruna ella vissu fyri, at rotta var í húsinum, sigur Jens Kjeld Jensen.

Venur við deyðari rottu
Sum støðan er í løtuni, má Mikkjal Holm venja við einari deyðari rottu. Og tað er langt frá nøktandi.
- Tað vísir seg sum hundurin er ivrigur, og snoddar seg fram, har eg strúki rottuna, men tá hann so finnur rottuna er tað sum um hann missir áhugan, sigur Mikkjal Holm.
Og tað er væl ein náttúrlig reaktión, tí tá manglar »klimaksið« hjá hundinum, nevniliga at drepa rottuna.
- Tankin var eisini, at hundurin skuldi fara um alt landið at týna rottu, men hetta er útilokað, tí Mikkjal kann ikki missa inntøku fyri at týna rottu, og at krevja, at hann skal gera alt hetta í sínari frítíð er púra burtur við. Tí má ein loysn finnast á málinum, ongantíð ov skjótt, sigur Jens Kjeld Jensen.
Hann heldur, at ein so stór kommuna sum Tórshavnar kommuna átti at funni tey fáu oyrini sum gera, at hundurin kann liva upp til sítt fulla potentiali.