Aftur smittumet í gjár

Koronusmittan hevur rættiligt tikið dik á seg. Nú er aftur nýtt met í smittu.

 

Í gjár vóru 413 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

4105 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2208 smittað, sjey eru innløgd, harav fimm vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið er 10,03 prosent, eitt vet lægri enn dagin fyri.

 

Miðaltalið fyri smittað seinastu vikuna er nú komið upp á 316 um dagin, sum er 241 oman fyri markið hjá landsstýrinum at fara í reytt í ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum.