Í gjár vóru 247 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3801 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 1106 smittað, fimm eru innløgd, og 15 eru deyð við koronu í Føroyum.
Smittutrýstið er nú 6,5 prosent, og talið av smittaðum í miðal seinastu sjey dagarnar er nú komið upp á 156, sum 81 hægri enn markið, sum skuldi fáa okkum upp í reyða feltið í »ferðsluljósskipanini« hjá landsstýrinum.











