Aftur skoytivøllur á Skálatrøð í vetur

SKOYTING Skoytivøllurin í Havn síðsta vetur, fekk so rimmar undirtøku, at hann kemur aftur í vetur, men nú verða umstøðurnar munandi betri

Nú fer Tórshavnar Býráð aftura at rigga til at gera skoytivøll niðri á Skálatrøð í Havn.
Síðsta vetur royndi býráðið á fyrsta sinni at seta ein skoytivøll upp í Havnini og tann royndin eydnast so avbera væl, at sjálvandi verður tað roynt aftur, siga tey í Tórshavnar Býráði.
Í teir báðar góðu mánaðirnar, vøllurin stóð á Skálatrøð, royndu heili 27.000 fólk úr bæði bygd og í bý, skoytivøllin og hann bleiv ein miðdepil fyri trivnaðinum og hugnanum í høvuðsstaðnum ta tíðina, hann stóð.
Á fíggjarætlanini, sum nú er løgd fram fyri Tórshavnar Býráð fyri næsta ár, er eisini peningur settur av til ein skoytuvøll á Skálatrøð í vetur.
Heilt skjótt verður farið at rigga til niðri á Skálatrøð og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at skoytivøllurin gongst sum ætlað, verður hann klárur at taka í nýtslu longu 1. november og so fer hann at standa til í mars í vár, ella kanska út í apríl.

Tjald um vøllin
Men í vetur er ætlanin at umstøðurnar skulu verða munandi betri.
Ætlanin er at leiga eitt stórt tjald at seta skoytivøllin inn í so at skoytast kann í bestu líkindum undir taki, sama, hvussu veðrið er uttandura.
Tey siga, at tað verður ongin trupulleiki at fáa tjaldið at standa ímóti tí stormi, sum kann væntast at verða.
Men býráðið hugsar sær eisini, at tjaldið skal hýsa ymsum øðrum virksemi, sum kann verða knýtt at skoytivøllinum.
Borgarstjórin sigur, at eftir ætlan verða borð og stólar sett upp inni í tjaldinum og har kunnu kunnu so hvíla beinini.
Tað er eisini hugsandi, at tónleikaframørslur fara at vera í tjaldinum og eitt, sum liggur liggur beint fyri, er, at heitt kakao, bollar og annað gott eisini verður at fáa til keyps.
Men tjaldið er ikki bara fyri at skapa hugna. Tað fer eisini at spara rættiliga nógva orku, tí að verður kaldari við vøllin og tað regnar ikki niður á hann.