Aftur skógareldar

Nú er aftur eldur í stórum skógarøkjum har suðuri í Kalifornia, og nógvastaðni hava myndugleikarnir givið fólki boð um at fara heiman. Í býnum Malibu, sum er kendur sum heimbýur hjá fólki av tí betra slagnum, stríðast umleið 1.700 sløkkiliðsmenn við við at fáa tamarhald á skógareldinum. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí vindur við hvirlum upp í 90 kilometrar um tíman ger arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum sera trupult. Løgreglan segði í gjárkvøldið, at minst 49 hús vóru farin upp í royk, men at einki fólk hevði fingið skaða. Fyri umleið einum mánaði sínari doyðu meiri enn 20 fólk í stórum skógareldum í Kalifornia, og umleið 1.500 hús vórðu oyðiløgd.