Aftur saman við Emmanuel

Clara Rojas fekk ein son við einum av sínum burturflytarum, meðan hon sat fangi í frumskóginum. Í gjár sá hon sonin aftur

Í síðstu viku sluppu Clara Rojas og Consuelo Gonzalez frá sínum burturflytarum í Kolumbia, og í gjár slapp Clara at síggja sín trý ára gamla son, sum hon ikki hevði sæð í meiri enn tvey ár.

 

Clara fekk sonin saman við einum av sínum burturflytarum. Tá hann var átta mánaðir, tóku burturflytararnir hann frá henni, og hon sá hann ikki aftur. Ikki fyrr enn á nýggjárinum fekk hon at vita, at sonurin var á lívi. Tað vísti seg, at burturflytararnir høvdu latið eini bóndahjún fostra drongin, men at hann var vorðin so sjúkur, at hjúnini høvdu verið á einum sjúkrahúsi við honum. Tá hann var vorðin frískur, tók almenna barnaverndin sær av honum.

 

Í gjár var Clara Rojas á barnaheiminum í Bogotá, og har sá hon sonin aftur.

 

Myndugleikarnir hava sagt henni, at hon fær sonin, men at hann fyrst skal læra seg at kenna mammu sína og tær nýggju umstøðurnar.