Aftur russisk bumbuflogfør á okkara leiðum

Gjáranáttina mátti norska loftverjan aftur senda flogfør at fylgja russiskum bumbuflogførum

Gjáranáttina varnaðist norska loftverjan tvey fremmand flogfør 75 fjórðingar norðan fyri Senja. Tað vísti seg, at talan var um tvey russisk bumbuflogfør av slagnum Tu-160 ella Blackjack, sum tey verða kallað vestanfyri.

 

Norska loftverjan sendi F16-jagaraflogfør at fylgja teimum báðum russisku flogførunum. Tey flugu suður við norsku strondini og síðani vestureftir millum Bretsku Oyggjarnar og Føroyar, har bretsk jagaraflogfør hildu eyga við teimum.

 

Tu-160 hevur verið partur av russisku verjuni síðani 1987. Hetta er tað tyngsta hernaðarflogfarið, sum nakrantíð er bygt.