Elfsborg venjararnir Magnus Haglund og Peter Wettergren vóru í Føroyum, tá HB vitjaði á Sandi fyri góðum tveimum vikum síðan. Í stuttari viðmerking á heimasíðuni hjá Elfsborg sigur Wettergren soleiðis.
- Sum vanligt fekk liðið, sum eg skal hyggja eftir, ein leikara vístan av vølli. Tað fekk HB eftir tólv minuttum. HB var á odda 2-0 í hálvleikinum, og teir vóru betri. Men heimaliðið stríddi seg á javnleik. Vit mugu stríðast um vit skulu vinna okkum víðari. Men sjálvandi eiga vit at enda omaná, sigur hann.
Heimasíðan skrivar eisini, at tvímálsskjúttin Páll Mohr Joensen stóð seg sera væl