Aftur reint vatn í Vestmanna

Vestmenningar hava nú aftur reint vatn í krananum

Trupulleikar hava verið við drekkivatninum í Vestmanna í eina góða viku. Bakteriur hava verið ávístar, og samstundis hevur verið arbeitt á vatnreinsiverkinum. Teldustýringin er útskift og nýggja skipanin innstillað.

Men í gjár bleiv nýggj roynd tikin av vatninum, og hon vísir, at vatnið nú er reint aftur, skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðu sínari.