Aftur ov stuttar

Føroysku U19-genturnar taptu seinasta dystin í EM-undankappingini í Bosnia/Hersigovina. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til vertirnar

 

- Vit eru sjálvandi ikki nøgd við, at vit taptu allar dystirnar. Men vit vistu frammanundan, at hetta lutakastið var ikki serliga gott, og at vit fóru at fáa harða mótstøðu í hesari kappingini, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur verið til EM-undankapping í Bosnia/Hersigovina, við fsf.fo.


Fyrsti dysturin endaði við 4-1 sigri til Kekkia, og síðani taptu føroysku genturnar 7-0 fyri Fraklandi. Sunnudagin var mótstøðuliðið Bosnia/Hersigovina, og tá gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til vertirnar.
- Bosnia var leikliga væl betri enn vit í fyrra hálvleiki, men komu ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Men so fáa tær eitt mál eftir umstilling, har vit annars hava verið í álopi. Í seinna hálvleiki eru vit nógv betur við, og vit spæla eisini heilt væl í løtum. Men vit tóku ikki av, og so taptu vit 1-0, sigur hann.

- Seinasta inntrykkið er kortini oftani tað, ið man minnist best, og síðstu 45 minuttirnar sá heilt gott út. Genturnar royndu í øllum førum alt tað, sum tær vóru mentar – og eitt sindur afturat. Men eftir standa trý tap, og tað er ongantíð gott, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Í dystinum um fremsta plássið í bólkinum hittust Frakland og Kekkia. Og her lótu fronsku genturnar ongan iva verða um, hvat lið var best í kappingini. Úrslitið gjørdist 6-0 til Frakland.

Endaliga støðan
Frakland, 9 stig
Kekkia, 6 stig
Bosnia/Hersigovina, 3 stig
Føroyar, 0 stig