Aftur olja á Havnarvág

Tað ganga neyvan vikur og als ikki mánaðir ímillum, at olja flýtur á Havnarvág. Og tað ger tað aftur nú Olja er ein afturvendandi trupulleiki á Havnarvág. Aftur í dag er boðað frá olju úti við Skinnaraskerð, og maður frá Tórshavnar Sløkiliði kundi bara staðfesta, at so er.

Gaman í er ikki talan um tær stóru mongdirnar, men kortini er tað so, at tað bráðaði fram við keikantinum og fram við Skinnaraskeri.

Mánadagin var olja likin úr Suðringi, og tá løgdu vit eina av hesum eingangs-uppsamlarunum um oljuna. Hon der so tikin upp aftur. Eg veit ikki, um heta kann vera leivdir frá teirri dálkingini, men eg trúgvi ikki. Nú má eg so royna at kanna, hvar hendan oljan kemur frá, og tað verður ikki lætt, segði maðurin frá Tórshavnar Sløkkiliði, sum var á staðnum.

Hann er lágur í ættini, og tí rekur oljan inn móti Skinnaraskerði og víðari inn í Vágsbotn.

Sum nevnt er skaðin ikki so álvarsligur hesaferð, men tað sær kortini eitt sindur ótespiligt út.