Í gjár vóru 913 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
3912 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4466 smittað, eingin er innlagdur vegna, tvey eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.
Sostatt hava vit enn einaferð eitt nýtt smittumet. Positivprosentið er 23,34 prosent.
Pál Weihe, yvirlækni, segði viðin.fo í gjár, at vit um tvær vikur saktans kunnu fara upp í 1.000 nýggjar smittutilburðir í dagin - og 913 er ikki langt frá 1.000. Hóast tvær vikur ikki eru farnar enn, so nærkast vit longu hesari forsøgnini hjá læknanum.
– Eg rokni við, at meira enn helvtin av fólkinum hava havt sjúkuna í endanum av februar. Toppurin verður allarhelst um einar 14 dagar, segði hann.