Aftur nógvir tilburðir av koronu í gjár

Nú er eitt fólk afturat innlagt við koronu

Aftur í gjár vórðu nógvir tilburðir staðfestir av koronu. Í gjár vórðu nevniliga 68 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Og hann leggur afturat, at øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

Í gjár vórðu 3.311 fólk kannað fyri koronu og í løtuni eru 499 smittað í Føroyum. Landslæknin sigur, at nú er eitt fólk afturat innlagt við koronu, so nú eru seks fólk innløgd á sjúkrahús við koronu