Aftur nógv regn í Danmark

Tey, sum eru farin til Danmarkar at njóta summatfrítíðina, hava neyvan fingið tað veðrið, sum tey høvdu ætlað. Aftur í dag regnar illa at kalla allastaðni, og veðurmenninir siga, at tað fer at regna eitt samdøgur afturat ella so.

Í syðra parti av Jyllandi hevur tað regnað knappar 50 millimetrar síðani í gjár, og á Falster eru regnmátararnir farnir upp um teir 50 millimetrarnar. Har hevur tað regnað serliga illa í nátt.

Hóast tað regnar illa nógvastaðni, hevur veðurstovan ikki ávarað um gloprarregn hesaferð.