Venjaraskiftið
Teir skifta venjarar nógv oftari, enn ein sluppfiskimaður skifti undirklæði. Í fyrradagin varð alment, at nú hevur felagið hjá Toda Jónsson fingið ein nýggjan venjara, og at talan hesa ferð verður um ein, sum teir ætla skal vera í felagnum næstu trý árini.
Nýggi venjarin eitur Hans Backe. Hann er svenskari, og hann er ikki heilt ókendur í Føroyum. Tá almenni vígsludysturin av Tórsvølli varð spældur fríggjadagin 9. juli, var mótstøðuliðið hjá landsliðnum AaB. Danska felagið vann 3?1, og venjari hjá teimum var hesin Hans Backe, sum nú skal venja Toda Jónsson og hinar í FCK.
Stutt frammaundan at teir komu til Føroya høvdu teir í AaB vunnið donsku landskappingina.
Ståle viðmælti
Týdningarmiklasti lyklaspælarin í Aalborg í 1999 var norski Ståle Solbakken. Seinni flutti hann til FCK, og ivaleyst minnast tey flestu, hví hann noyddist at gevast við fótbóltinum.
Í FCK hava teir spurt seg fyri hjá Ståle Solbakken, og hann hevur ikki ivast. Hans Backe er besti venjarin, sum hann hevur havt. Tað hevur FCK lagt stóran týdning í. Teir hava keypt svian leysan av sáttmálanum, sum hann var bundin av í Eysturríki, og í komandi viku verður Hans Backe FCK venjari.
? Hetta er eitt dreymastarv, sigur sviin.
Í annaðkvøld skal FCK spæla í UEFA Cup ímóti Obelic. Talan er um jugoslaviska liðið, sum sendi GÍ úr kappingini. Í tí dystinum og aftur tá FCK sunnudagin fer at spæla landskappingardyst ímóti oddaliðnum Brøndby, fer Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjórin í FCK, at hava ábyrgdina av liðnum, men so kemur sviin.
Í umrøðuni av nýggja FCK venjaranum verður sagt, at hann hevur stórt innlit í fótbólt, og at hann er ein harður hálsur, sum kallar ein spaka fyri ein spaka. Hetta minnir nógv um tað, sum varð sagt um Roy Hodgson. Hann var virdur millum spælararnar, og hann megnaði at vinna DM. Tí verður roknað við, at tað fer at rigga væl við nýggja venjaranum, og í FCK leiðsluni og millum spælararnar verður vónað, at tað nú fer at verða friður ? í hvussu so er tá tað snýr seg um venjaran!