Dioduljósini í Leynatunlinum, sum vóru tendraði í desember, eru nú sløkt aftur Landsverk hevur gjørt av at sløkkja ljósini, tí tey órógva bilførarar, og arbeitt verður við at finna eina loysn sum skjótast, skrivar stovnurin á heimasíðuni.
Í desember vóru ljósini í Leynatunlinum tendrað. Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman við orkusparandi dioduljósum og vanligum ljósum. Enn eru tað bert dioduljósini, sum eru komin upp at hanga, og arbeitt verður í løtuni við at fáa vanligu ljósini upp.
Men tað vísir seg, at skipanin ikki virkar eftir ætlan enn og at dioduljósini órógva bilførarar. Tí hevur Landsverk valt at sløkkja ljósini, soleiðis at ampi ikki framhaldandi stendst av ljósskipanini. Ljósini verða ikki tendraði aftur fyrr enn ein loysn er funnin, sigur Landsverk.