Myndugleikarnir í Moskva hava sent stór løgreglulið út á gøturnar í býnum í dag, har tey skulu halda eygað við einari mótmælisgongu hjá andstøðuni. Andstøðan hevur biðið fólk koma at mótmæla úrslitinum av forsetavalinum, og roknað verður við, at umleið 50.000 fólk fara at taka lut í tiltakinum, sum verður beint við Kreml.
Andstøðan vil vera við, at myndugleikarnir svikaðu á forsetavalinum tann 4. mars. Valnevndin hevur kunngjørt, at Vladimir Putin fekk 63 prosent av atkvøðunum, og at hann sostatt er valdur til forseta. Andstøðan sýtir fyri at viðurkenna úrslitið og sigur, at valið var ein háðan ímóti øllum demokratiskum reglum.
Myndugleikarnir í Moskva hava givið andstøðuni loyvi til at ganga mótmælisgongu í dag, men løgreglan hevur sett vegabyrgingar við fleiri gøtur, og bussar við servandum løgreglumonnum standa til reiðar í fleiri síðugøtum, skrivar AFP.