Fyri 14 døgum síðani kundi ein heppin vinnari hjá Danske Spil seta met, tá møguleiki var at vinna 58 milliónir. Aftur í kvøld er møguleikin, hesaferð at vinna 61 milliónir. Í kvøld ber til at skriva seg inn í søgubøkurnar, um tú sum hin einasti fær fatur í øllum vinninginum hjá Danske Spil í mikudagslotto.
Eingin vinnari var til dráttin seinasta mikudag, og tað merkir, at vanligi vinningurin í kvøld er 13 milliónir krónur. Hartil kemur so supervinningurin, sum nú er komin heilt upp á 48 milliónir krónur.
Tað merkir so, at um alt lagar seg, kann ein einstakur vinnari fara avstað við heilum 61 milliónum krónum. Metið higartil er 38,5 milliónir krónur, sum ein familja í Keypmannahavn vann í mars 2008.
Superpuljan er ikki vunnin síðani 21. oktober í fjør.