Aftur á landsliðnum: Ári umhugsaði at gevast

FM1: - Eg ivaðist um eg skuldi halda fram, men tók meg saman, sigur Ári Mohr Jónsson

##med2##

Tað eru áleið tvey ár síðani, at Ári Mohr Jónsson seinast var á landsliðnum. Hann spældi allan dystin, tá Føroyar taptu tepurt 1-0 í Budapest móti Ungarn. Síðani fekk hann álvarsligan knæskaða og tað er ikki fyrr enn seinastu mánaðirnar, at hann er farin at venja við fullari ferð og spælir dystir aftur fyri Sandnes í næstbestu deildini í Norra.

- Eg var sera skuffaður fyrstu tíðina. Eg ivaðist um eg skuldi halda fram við fótbólti, men eg tók meg saman og avgjørdi at venja alt tað sum eg kundi, sigur Ári Mohr Jónsson.

##med4##

Hann hevur spælt átta teir seinastu dystirnir Sandnes Ulf, og hevur fingið mót upp á tilveruna sum fótbóltsspælarar aftur.

- Eg eri ótrúliga fegin um, at eg tók hetta tunga fetið og bleiv við. Nú havi eg motivatión at koyra á aftur. Eg eri komin beint inn á liðið aftur, men tað krevur hart arbeiði. Nú má eg halda fram við at gera tað gott, sigur vinstri bakkurin, sum er noteraður fyri tríggjar landsdystir.

 ##med3##

Tað hevur eisini kravt tol, at koma fyri seg eftir ein so álvarsaman skaða. Ári Mohr Jónsson er avbera nærlagdur í síni venjing og tað sæst eisini aftur í venjingarmongdini í uppvenjingini, tá dagurin at sparka ein bólt kom nærri.

- Eg bleiv spentur, men tú mást vera varin, tí tað tekur tíð. Tað er týdningarmikið at geva tí tað tíð tað tekur og tú mást venja nokk. Eg bíðaði einar 12-13 mánaðir, áðrenn eg fór at spæla aftur, sigur 25 ára gamli Ári Mohr Jónsson.

Hann leggur afturat, at hann ikki hugsar so nógv um spælitíð á landsliðnum hesa ferð, men at hann er mest glaður fyri at vera aftur á landsliðnum.

Føroyar spæla móti Rumenia leygardagin klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 15. Í morgin, fríggjadagin, er Lars Olsen gestur í Fótbóltspanelinum, sum byrjar klokkan 16. 

##ms##

FM1: Samrøða við Ára Mohr Jónsson