SAMRÀÐINGAR
Politiski telvingin á Gamla apoteki er byrjað. Langt burturi frá veljarum.
Tað er á Gamla apoteki, at landsins politiska framtíð verður avgjørd. Her tingast flokkarnir um, hvussu ein nýggj samgonga skal skipast.
Klokkan níggju fríggjamorgunin fóru Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin á fund við samráðingarleiðaran, Jóannes Eidesgaard, og hansara fólk.
Hetta var tað seinasta, vit fingu við, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Hósdagin høvdu allir flokkar verið á fundi við Jóannes Eidesgaard til eitt innleiðandi prát.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hesin fundurin er ein fundur, har tosað verður generelt um ymisk mál.
-Tað er natúrligt, at eg tosi við hesar flokkar fyrst, tá teir hava givið mær hetta mandatið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Aðrir flokkar skulu eisini vænta at verða bodnir til fundar.
Jóannes Eidesgaard vónar at byrja rættiligar samgongusamráðingar um vikuskiftið.
Lagið var gott á fólki fríggjamorgunin. Teir flestu tingmenninir hjá flokkunum vóru við á fundinum.