Aftur javnt á Mølini

Gestirnir høvdu í fyrra umfarinum møguleikan at avgera, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og tað gjørdi heimaliðið avgjørt heldur ikki í seinna hálvleiki

Heimaliðið á Mølini á Eiði og gestirnir av Toftum fingu Dýra biðjudag eitt stig burturúr í part. Úrtøkan var tann sama, sum hon var í fjør, tá ið B68 var á Eiði. Ta ferðina var úrslitið 3?3. Hesa ferð var tað 2?2.
Sum seinna umfarið leið, so kundi heimaliðið havt avgjørt sær til fyrimunar. Teir vóru á odda 2?1, tá ið Magni á Lakjuni hevði tveir risa møguleikar, men hann var ikki nóg neyvur, og Albert Sævarsson, sum hesa ferð av álvara vísti, at tað er fongur í honum, vann tvídystirnar.
At heimaliðið, sum var skert, tí teir restaðu leikbannaða Ronnie Samuelsen (Marek spældi við brotnari nøs), var omaná, hevði, sum seinna umfarið leið, við sær, at B68 slepti eitt sindur í verjupartinum, sum teir í útgangsstøðuni høvdu dúvað uppá. Dánial Hansen og Øssur Hansen vórðu fluttir fram á vøllin. Tað bar størri tyngd í álopsspælinum við sær, og sjey minuttir fyri leiklok gav hetta úrslit. Øssur Hansen sendi innfyri úr vinstru, og Súni Fríði Johannesen setti krúllin undir bóltin, sum fór framvið Gunnari á Steig og í málið.

Órudduligt
Eisini á Eiði bar uppgerðin brá av, at talan var um fyrsta umfarið. Oftast vóru sendingarnar langar og ikki so neyvar, og serliga teir á heimaliðnum gjørdu ofta skjótt av, tá ið teir úr verjustøðuni royndu at lyfta fram til vandamiklu menninar á toppinum ? Magna á Lakjuni og Sorin Anghel.
B68 fekk skjótt hol á. Ein av ungu monnunum, sum rættuliga tykist hava bitið seg fastan á liðnum, er Jóhan Petur Poulsen, sum ofta er á miðvøllinum í høgru. Hann smekkaði til úr høgru. Bólturin tók í miðverjan Egil á Bø, og so var Gunnar á Steig meiri prísgivin, enn hann annars hevði havt verið.
Løtu eftir leiðslumálið hevði B68 tveir stórar møguleikar at økja. Serliga stórur var møguleikin hjá einum øðrum av ungu monnunum, Kristiani Anton Andreasen, sum mannaði álopið saman við Súna Fríða Johannesen. Kristian Anton gjørdist einsamallur við EB/Streyma málverjanum, og Gunnar á Steig vann uppgerðina teirra millum.
Eftir hornaspark javnaði EB/Streymur. Egil á Bø er gamal álopsspælari, og síðani hann fyri nøkrum árum síðani varð umskúlaður til miðverja, hevur hann so ofta ? serliga í sambandi við deyðbóltsstøður ? víst, at hann framvegis hevur máltevið. Tað gjørdi hann aftur hesa ferð.
Tveir minuttir undan steðginum legði EB/Streymur seg framum, og talan var um rættuliga flott mál. Eftir útspark frá Gunnari á Steig og tvær sendingar, tamdi Hans Pauli Samuelsen og smekkaði til úr stórari fjarstøðu. Bólturin fór sum ein pílur upp í nettakið, og harvið kundi tað stóran part av seinna umfarinum ganga fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum. So var tað, at B68 spenti álopsbogan alt meiri, og hann helt,soleiðis at liðini fingu eitt stig í part.
EB/Streymur?B68 2?2 (2?1)
0?1: Jóhan Petur Poulsen 7.
1?1: Egil á Bø 36.
2?1: Hans Pauli Samuelsen 43.
2?2: Súni Fríði Johannesen 83.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Eyðfinnur Joensen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Høgni Hansen (Bárður Olsen, 53.) ? Marni Djurhuus, Marek Vierzbicki, Jákup Martin Joensen (Teitur Joensen, 88.), Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Magni á Lakjuni
B68: Albert Sævarsson ? Bogi Petersen, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Øssur Hansen ? Jóhan Petur Poulsen, Fróði Benjaminsen, Jan Ingi Petersen, Øssur Jacobsen (Kristian Poulsen, 80.) ? Súni Fríði Johannesen, Kristian Anton Andreassen (Mannbjørn Nesá, 70.)