Rógvi Jacobsen var sum vant í álopinum hjá Hødd, sum í gjár spældi dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Hødd hevði vitjan av LøvHam, og enn einaferð endaði tað við javnleiki hjá Hødd. Erik Sandal legði Hødd á odd eftir 21 minuttir, men LøvHam javnaði beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki kom einki mál, og Hødd mátti noyðast við javnleik.